FBI eftirlýsir kvinnu sum stjól telduna hjá Pelosi

Amerikanska samveldisløgreglan eftirlýsir kvinnu, ið er undir illgruna at vilja selja telduna hjá Pelosi til Russlands

Sigurjón Einarsson
19. januar 2021 kl. 07:50

Amerikanskir myndugleikar royna at finna útav, hvørt ein kvinna hevur stolið telduna hjá forkvinnuni í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi. Tað skrivar Reuters.

Samveldisløgreglan, FBI, eftirlýsir eina kvinnu, sum eftir øllum at døma royndi at stjala eina teldu hjá forkvinnuni undir ófriðinum á Capitol Hill tann 6. Januar við tí fyri eyga, at selja upplýsingar til russisku fregnartænasta.

Tað stendur at lesa í rættarskjølum, ið tíðindastovan AFP hevur fingið innlit í, sum FBI hevur latið til ein umdømisdómstól í Washington D.C.

Enn er óvist, hvar kvinnan – Riley June Williams – sum er úr Pennsylvania, er fyri tíðina. FBI hevur nú kunngjørt eini handtøkuboð eftir henni.

Her verður hon ákærd fyri at hava brotið sær veg inn í Kongressina, og fyri at hava tikið lut í ófriðinum, sum endaði við, at fleiri fólk, sum taka undir við og stuðla Donald Trump, trokaðu seg inn í Kongressina og endavendu fleiri kontórum harinni – teirra millum kontórið hjá forkvinnuni í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi.

Tað er fyrrverandi unnusti hjá Riley June Williams, ið boðaði FBI frá, at hon hevði ætlanir um at senda tóleindina í telduni til ein vin í Russlandi, ið so skuldi selja tóleindina víðari til russisku fregnartænastuna.

Dagføring: Kvinnan, ið var eftirlýst, hevur nú yvirgivið seg. 

Williams er ikki ákærd fyri tjóvarí, men verður skuldsett fyri at hava tikið lut í ófriðinum á Capitol og Kongressini.

Her eru nýggjar upptøkur komnar undan kavi frá ófriðinum, tá fólk tóku seg inn í Kongressina: