Favorittarnir vunnu fulla úrtøku

Hjá HB og B36 var talan um sannførandi sigrar, meðan tað ikki leyp so nógv av hjá Víkingi og B68

Síðstu løtuna leikaði tað hart á frammanfyri B68 málið. Her síggjast Fríði í Túni Petersen, Aidan Liu og málverjin Benjamin Schubert hjá B68 og Brian Jakobsen hjá AB
Jonhard Hammer
5. mai 2023 kl. 20:54

Fýra av teimum fimm dystunum í bestu fótbóltsdeildini hava verið í dag. Tann síðsti verður í morgin, tá ið KÍ fær vitjan av ÍF.

Síðsta bríksl í síðsta dystinum í kvøld var, tá ið klokkan nærkaðist hálvgum níggju. Tað var í Trongisvági, har B36 vann sera sannførandi 4-0 sigur. Fýra ymiskir spælarar skoraðu, og tað sást væl bæði undan og undir dystinum, at B36 venjarin Dan Brimsvík í vali av teimum fyrstu ellivu og í skiftingum í seinna hálvleiki hugsaði um fyrireikingarnar til fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Hon verður týskvøldið, tá ið B36 og HB bresta saman í Gundadali.

HB vann fyrr í dag trivaligan 3-0 sigur í Hólmanum á Eiði. Mikkel Dahl var tvífaldur málskjútti. Nú hevur hann skorað átta mál í teimum fyrstu átta landskappingardystunum í ár. Miðvallarin Matthias Præst Nielsen skoraði eitt av HB málunum í dag. Hann skoraði eisini, tá ið HB í fyrsta umfari og á heimavølli vann 4-1 ímóti B68.

Í Sørvági kendist tað striltið hjá Víkingi, áðrenn tað glapp, og Víkingur vann 2-1. Fimm minuttir undan steðinum legði miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen við rimmarskoti úr 18 metrum heimaliðið á odda. Víkingur svaraði aftur í seinna hálvleiki, tá ið Signar á Brúnni við fínum langskoti og Arnbjørn Svensson við stútara eftir horna úr vinstru skoraðu innanfyri tveir minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki, og so vann Víkingur 2-1.

Á Svangaskarði vann B68 1-0 ímóti AB. Sigursmálið skoraði miðvallarin Ragnar Samuelsen longu, tá ið 10 minuttir vóru farnir. B68 hevði í fyrra hálvleiki møguleikar at skora minst fýra mál. Eftir steðgin var AB avrikið so nógv betri, enn tað hevði verið í fyrra hálvleiki, og AB hevði avgjørt ikki marginalirnar á sínari síðu, tá ið argjamenn stutt undan dystarenda royndu seg við frísparki.

 

EB/Streymur – HB 0-3 (0-2)

0-1: Mikkel Dahl 6.

0-2: Matthias Præst Nielsen 24.

0-3: Mikkel Dahl 73.

 

B68 – AB 1-0 (1-0)

1-0: Ragnar Samuelsen 10.

 

07 Vestur – Víkingur 1-2 (1-0)

1-0: Høgni Egilstoft Nielsen 40.

1-1: Signar á Brúnni 67.

1-2: Arnbjørn Svensson 69.

 

TB – B36 0-4 (0-2)

0-1: Jann J. Benjaminsen br 26.

0-2: Michal Przybylski 39.

0-3: Benjamin Heinesen 52.

0-4: Bjarki C. Nielsen 89.

 

Leygardagin

KÍ – ÍF: Dagfinn Forná kl. 18.00

 

7

7

0

0

23

4

21

HB

8

6

2

0

21

4

20

B36

8

6

0

2

18

8

18

Víkingur

8

4

2

2

15

10

14

ÍF

7

3

0

4

8

9

9

B68

8

2

3

3

9

16

9

EB/Streymur

8

2

1

5

5

11

7

07 Vestur

8

2

1

5

10

15

7

TB

8

1

2

5

4

22

5

AB

8

0

1

7

1

15

1

 Løgmanssteypið

Fjórðingsfinalur

Týsdagin 9. mai

EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 18.00

B68 – NSÍ : Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

B36 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

AB – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 17.00

9. umfar

Sunnudagin 14. mai

EB/Streymur – 07 Vestur: Dagfinn Forná

B68 – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen

HB – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

B36 – ÍF: Rani A. Skaalum kl. 17.30

Mánadagin 15. mai

Víkingur – AB: Heini Ziskason Viðoy kl. 19.00