Ongland hevur higartil ikki livað upp til stóru vónirnar, ið hava verið um enska landsliðið fram til hetta EM-endaspælið.
Hóast liðið endaði ovast í sínum bólki, hava eingilskmenn ikki vunnið ein dyst í bólkaspælinum, men javnað ímóti Danmark, Serbia og Slovenia.
Ongland er framvegis favorittur at vinna EM sambært veddingarfyritøkunum, men tolið er við at vera uppi hjá ensku miðlunum og fjepparunum eftir ivasomu avrikini í bólki C.
Tí mugu onglendingar vinna sannførandi ímóti Slovakia, um atfinningarsomu miðlarnir og fjeppararnir skulu vinna trúnna aftur, um at Ongland í summar verður evropameistari á fyrsta sinni.
Hevur Ongland alt at tapa, hevur Slovakia hinvegin alt at vinna.
Slovakia kom víðari úr bólki E, sum ein av bestu trý`arunum við fýra stigum – harav einum flottum sigri á stóru fótbóltstjóðini Belgia.
Slovakia liggur nummar 45 á styrkislistanum hjá FIFA yvir heimsins lond. Ongland liggur nummar fýra.
Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00 í dag