Favorittarnir fingu fult

Leygardagin vunnu Víkingur, KÍ og NSÍ, meðan tað serliga var stórt vónbrot hjá B68 at missa alt, eftir at toftamenn í meiri enn ein tíma vóru á odda ímóti NSÍ

Finnur Justinussen skoraði eitt mál í 3-1 sigrinum hjá Víkingi, sum var tann 21. á rað í landskappingini. Finnur hevur skorað seks mál í átta dystum
Jóannes Hansen
5. mai 2024 kl. 00:20

Sunnudagin vera tveir teir síðstu dystirnir í 8. umfari í bestu landskappingini. Tá fara ÍF og Skála at spæla í Fuglafirði, og tá fara HB og B36 at dystast í Gundadali. Í Fuglafirði er tað serliga hjá ÍF, at nógv stendur upp á spæl, tí ÍF hevur í sjey teimum fyrstu umførunum bara vunnið eitt stig og er aftast.

Í Gundadali er dagsskráin, um B36 heilt skal varpast úr kappingini um pláss í Europa ella um HB skal taka seg næst Víkingi.

Leygardagin vóru tað tríggir dystir í áttanda umfari.

Víkingur vann favorittsigur á útivølli ímóti EB/Streymi. Víkingarnir vunnu 3-1 og hava harvið vunnið 21 sigrar á rað í landskappingini.

Í Klaksvík vann KÍ 2-0 ímóti 07 Vestur, sum longu eftir 20 minuttir var undirmannað, tí liðformaðurin Frederik Holst í eini og somu hending sá gula kortið tvær ferðir og harvið eisini sá reytt.

Á Svangaskarði legði B68 seg eftir eitt lítið korter á odda við brotssparki. Toftamenn hildu tørn um leiðsluna og høvdu kós ímóti ársins fyrsta sigri, inntil tað restaðu átta minuttir. So koppaði NSÍ øllum á høvdið og vann 2-1. Uppflytararnir í NSÍ hava 15 stig. Teir eru á fjórða plássi og harvið av álvara við í kappingini um europeisku atgongumerkini.

 

KÍ – 07 Vestur 2-0 (0-0)

1-0: Céderic Yambéré

2-0: Páll A. Klettskarð 89.

 

B68 – NSÍ 1-2 (1-0)

1-0: Bartal Páll Klein br 14.

1-1: Búi Egilsson 82.

1-2: Dion B. Splidt 94.+

 

EB/Streymur – Víkingur 1-3 (0-1)

0-1: Finnur Justinussen 28.

0-2: Árni Nóa Atlason 61.

1-2: Andras Ó. Olsen 85.

1-3: Martin Klein Joensen 91.+

 

Sunnudagin 5. mai

ÍF – Skála: Alex Troleis kl. 15.00

HB – B36: Dagfinn Forná kl. 17.00

Víkingur

8

8

0

0

24

4

24

8

6

0

2

17

6

18

HB

7

6

0

1

15

5

18

NSÍ

8

5

0

3

16

11

15

B36

7

3

2

2

14

11

11

07 Vestur

8

3

2

3

10

13

11

Skála

7

2

1

4

11

13

7

EB/Streymur

8

1

1

6

10

16

4

B68

8

0

1

7

4

17

1

ÍF

7

0

1

6

6

31

1