Favorittarnir eru á útivølli

Fýra dystir í bestu fótbóltsdeildini eru á skránni seinnapartin og í kvøld

Jonhard Hammer
5. mai 2023 kl. 10:46

8. umfar í bestu fótbóltsdeildini er í dag. Tó verður ein dystur – KÍ – ÍF – í annaðkvøld. Tað er stutt millum dystirnar. 7. umfar var sunnudagin, og týskvøldið vera fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.

B36, HB og Víkingur eru øll á útivølli í dag. HB við Jákupi Martin Joensen á odda er á veg norður til Eiðis at hitta EB/Streym, sum Jákup Martin vandi øll árini 2019 – 2022.

B36 er á Tvøroyri, har setningurin er at vinna øll stigini. TB spælararnir iðraðu seg um málleysa javnleikin á Argjum síðsta sunnudag. Fyri nøkrum vikum síðani fegnaðust teir um málleysan javnleik á heimavølli ímóti HB.

Víkingur er á veg vestur í Vágar. Teir í 07 Vestur harmaðust, at tað ikki eydnaðist sunnudagin at vinna stig ímóti HB, sum á Dungasandi vann 3-1.

Á Svangaskarði er lykladystur í botnstríðnum. B68, sum vann tryggan sigur í Fuglafirði síðsta sunnudag, fær vitjan av AB, sum á heimavølli ímóti TB vann fyrsta stigið, tá ið síðsta sunnudag endaði við málleysum javnleiki.

 

Í dag

EB/Streymur – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

B68 – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00

07 Vestur – Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00

TB – B36: Petur Reinert kl. 18.00

Leygardagin 6. mai

KÍ – ÍF: Dagfinn Forná kl. 18.00

7

7

0

0

23

4

21

HB

7

5

2

0

18

4

17

B36

7

5

0

2

14

8

15

Víkingur

7

3

2

2

13

9

11

ÍF

7

3

0

4

8

9

9

EB/Streymur

7

2

1

4

5

8

7

07 Vestur

7

2

1

4

9

13

7

TB

7

1

2

4

4

18

5

B68

7

1

3

3

8

16

6

AB

7

0

1

6

1

14

1