Tey seinastu árini hava fíggjarliga sæð ikki verið nakar dansur á rósum – hvørki her heima ella úti í heimi. Hóast tað, hevur tað eydnast Farpay at tillaga seg tær broyttu marknaðartreytirnar og hevur bast avbjóðingunum. Tað hevur eydnast so mikið væl, at annað árið á rað, er Farpay kosið til “Gazelle” av Dagbladet Børsen – ein heiður, ið bert verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini í minsta lagi hava tvífalda søluna ella bruttovinningin.
At náa tað hevur ikki verið lætt.
- Tað hevur verið ein stór avbjóðing í einari tíð við korona og ófriði, sannar Sámal Samuelsen, stjóri í Farpay.
- Vit løgdu eina ætlan og hava víst, at vit kunnu halda hana, so “Gazellan” er aftur í ár eitt megnar herðaklapp til okkara dugnaligu og arbeiðssomu starvsfólk, ið hava ment og dagliga víðarimenna tær tænastur, sum ger lívið lættari hjá okkara kundum og teirra gjaldarum, sigur hann
- Sjálvandi eru vit ógvuliga fegin og glað. Men tað hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum at vinna Gazellir. Okkara mál er at tæna okkara kundum samstundis sum vit reka eina sunna fyritøku - eisini í truplum tíðum. Tað er eydnast, og í mínum eygum er tann størsti vinningurin við okkara framgongd, at vit í tíðarskeiðnum frá februar 2021 og til august í ár, eru vaksin frá at hava seks til 14 dugnalig starvsfólk. Við hesum hava vit eitt enn sterkari grundarlag til at halda fast í tí vøkstrinum, vit hava havt seinastu fýra árini, skrivar Sámal Samulesen.
Farpay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.
Farpay hevur skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn og størsti parturin av okkara virksemi og vøkstri er uttanfyri Føroyar. Farpay bleiv kosin ársins íverkseti í Føroyum í 2019, og fekk Børsen Gazelle prísin í Danmark í 2021 og 2022.
Farpay hevur kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, har tað serliga í danska marknaðinum eru stórir vakstrarmøguleikar.