Faroe Islands International Minority Film Festival borðreiðir við størstu skránni nakrantíð

Í ár hátíðarheldur Faroe Islands International Minority Film Festival, at festivalurin verður hildin fyri fimtu ferð. Í hesum sambandi hava fyriskipararnir samansett eina stóra skrá – tí størstu skránna nakrantíð

Tíðindaskriv
20. juli 2021 kl. 22:28

Hetta er fimtu ferð, at Faroe Islands International Minority Film Festival verður hildin í Føroyum. Fyriskipararnir siga, at tey hava samansett størstu skránna nakrantíð. Á skránni verður millum annað heimildarfilmar, spælifilmar, verkstovur, barnasýningar, pallborðsfundur, framløgur og mangt annað.

Tað verða bæði sonevndir smalir filmar, men eisini ‘main-stream’-filmar at síggja. Ein av hesum filmum er filmurin “Together”. “Together” ein løtt amerikonsk komedia, sum viðgerð eitt heldur samansett evni á ein lættan hátt. Her møta vit tveimum fólkum, ið ynskja at gerast foreldur. Matt (Ed Helms úr amerikanska The Office-seriuni og Hangover-filmunum) hittir Onnu (Patti Harrison), ið er burðarmóðir. Tey gerðast vinfólk, og sum vinaband teirra gerst sterkari, so víðkast eisini teirra fatan av sambandi og kærleika. Ein fittur familjufilmur við einum tvisti.

Filmurin verður sýndur í Havnar Bio 26. juli.

Barnaskrá og bomm

Tað verður stuttligt hjá børnum allar dagarnar, festivalurin er, í Norðurlandahúsinum! Ársins barnasýning er filmurin “Mysteriet om Hr. Link”, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum 25. juli. Hr. Link er 2,5 metur høgur, huldur í pelsi og kennir seg einsamallan í Útnyrðingsnorðuramerika. Hann ger tí av at finna síni fjarskotnu ættfólk í sagnkenda dalinum Shangri-La og starvsetur óttaleysa rannsóknaran Sir Lionel Frost at vegleiða seg. Á ferð teirra læra teir at stundum finnur tú familju, har tú minst væntar tað. Afturvið filminum fáa børnini ókeypis góðgæti.

Í forhøllini fer tilfar at liggja, har børnini kunnu seta seg at tekna, meðan foreldrini taka sær av løttum. Tey kunnu tekna sína egnu familju, eina tey kenna ella tí familjuna, tey hava hug til. Tekningarnar verða síðan hongdar upp í forhøllini sum ein lítil framsýning av familjuni 2021.

Eingin filmsfestivalur uttan hápunkt 

26. juli verður “After Love” sýndur í Havnar Bio. Filmurin er ein kenslurík og sammansett frásøgn, ið hálar áskoðaran upp um hæddir í eini hugfangandi ferð. Ein bretsk einkja, sum skiftir trúgv til Islam, tá hon giftist fyri fleiri áratíggju síðani, varnast ymiskt skakandi um farna mann sín, hóast hon helt seg kenna hann. Hon ferðast úr havnarbýnum Dover í Onglandi til Calais í Fraklandi, har hon verður ovfarin av tí, hon finnur. Høvuðsleikarin, Joanna Scanlan, spælir rørandi væl í hesum framúrskarandi filmi, ið tú ikki mást lata fara framvið.

Kærleikan finnur tú allastaðni 

Í filminum “Futur Drei”, sum verður sýndur í Perluni 24. juli, hitta vit týsk-iranska Parvis, sum sveiggjar millum ballingarlív og Grindr-avtalur, men tá hann verður tikin sum handilstjóvur, verður hann settur at gera samfelagstænastur í einari flóttafólkalegu. Her møtir hann iransku systkinum, Amon og Banafshe, og tey trý gerast vinfólk, samstundis sum Parvis verður skotin í Amon. Ástarsamband teirra er viðbrekið og merkt av hóttanini um at verða send av landinum. Søgan er um trý fólk, ið hvør sær royna at finna sítt pláss í verðini. Filmurin er tann fyrsti hjá Faraz Shariat, og hevði frumframførslu á Berlinale í 2020, har hann vann Teddy-heiðurslønina fyri besta spælifilm ta árið.

Aldursmarkið er 16 ár.

Øll skráin kann síggjast á fimff.org, men longu nú ber til at keypa festivalpass til allar sýningarnar á torsgota.fo.

Eisini verður gjørligt at keypa einstøk atgongumerki á nlh.fobio.fo og á torsgota.fo.