Nú vera tjørnuvíkingar og øll onnur, sum hava áhuga fyri málinum, bjóðað til fundar at verða kunnað um tunnil til Tjørnuvíkar.
Landsverk hevur gjørt uppskot til linjuføring, og hvussu tunnilsmunnin verður skipaður bæði í Tjørnuvik og við Marmarskallará.
Landsverk skrivar soleiðis á heimasíðu síni í dag:
Landsverk vil við hesum bjóðað borgarum í Tjørnuvík til ein kunnandi fund, viðvíkjandi fyrireikingunum um at gera ein tunnil til bygdina.
Fundurin verður týskvøldið 30. januar kl. 19:00 í bygdahúsinum í Tjørnuvík.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, Dennis Holm, landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu luttaka á fundinum. Høvi verður at seta spurningar inn til verkætlanina.
Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa.
Øll eru vælkomin.
-
Í fíggjarlógini fyri 2024 eru avsettar 4,6 milliónir krónur til at gera lendisarbeiði og aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið kann fara undir at gera Tjørnuvíkartunnilin í ár.