Fara undir royndarfiskiskap eftir steinbíti
Nú verður farið undir royndarfiskiskap eftir steinbíti í Eystur-Grønlandi
Terji Nielsen
16. juni 2024 kl. 21:17
Grønlandski miðilin Sermitsiaq skrivar, at Eystur-Grønland er stórt sæð ógranskað, tá ið tað snýr seg um fiskitilfeingi, serliga tætt við land. Men seinnu árini hevur tað verið ein vaksandi menning á fiskivinnuøkinum.
Nú er so latið upp fyri royndarfiskiskap í Eystur-Grønlandi eftir steinbíti og uttan nakað kvotuloft restina av árinum. Royndarfiskiskapurin er upprættaður í øll økjum í Eystur-Grønlandi innanskers og upp til trý sjómil frá basislinjuni. Fiskiskapurin er galdandi frá 29. mai í ár til endan av árinum. Tað er bert loyvi at royna við gørnum í sambandi við fiskiskapin.