Fara undir eina herferð fyri at fáa fleiri foreldur at koppseta børnini

Nú verða so fá børn, og so fá ung, koppsett í Føroyum, at tað er ein hóttan ímóti fólkaheilsuni

Áki Bertholdsen
23. september 2024 kl. 12:00

Margit Stórá, landsstýriskvinna landsstýriskvinna í heilsumálum, tekur nú stig til at fara undir eitt miðvíst átak fyri at fáa fleiri foreldur at koppseta børnini - og koppsetingin er ókeypis.

Vit hava fleiri tilboð um at koppseta børn og ung, men hesi seinastu árini eru undirtøkan munandi fallin og nú er hon alt ov lág.

Alheims heilsustovnurin mælir til, at minst 90 prosent av børnum og ungum verða koppsett fyri at fyribyrgja herviligum sjúkum, eitt nú meslingum.

Men vit hava eisini koppsetingar, sum byrgja fyri ávísum sløgum av krabbameini, eitt nú í lívmóðurhálsinum. Men í Føroyum liggur undirtøkan langt undir tí í summum førum er hon heilt niðri á 50 prosentum.

Hetta verður mett at vera ein hóttan ímóti fólkaheilsuni í Føroyum og tí verða stig nú tikin til at fara undir eitt miðvíst átak fyri at fáa fleiri foreldur at koppseta børnini.

– Vit vita, at koppsetinger tann besti mátin at basa smittandi sjúkum og tað kann eisini fyribyrgja summum sløgum av krabbameini. Koppsetingin verjir bæði tann, sum hevur fingið koppseting, og hon verjir eisini onnur í samfelagnum – m.a. pinkubørn og onnur, sum eru serliga viðbrekin fyri sjúkum, sigur landsstýriskvinnan.

– Tað er tí órógvandi at frætta, at undirtøkan fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini fyri krabbameini, er fallin hesi seinastu árini, sigur landsstýriskvinnan.

– Tá ið fleiri børn og ung ikki eru koppsett, hava vit ikki ta neyðugu verjuna í landinum móti smittandi og álvarsligum sjúkum, sum vit annars høvdu rokkið við okkara koppsetingarskipan, sigur hon

Í hesum sambandi hevur hon havt fund við landslæknan, Heilsustýrið, Heilsutrygd, Apoteksverkið, kommunulækna og Gigni.

– Øll eru samd um, at tað er týdningarmikið, at foreldur fáa holla og dygdargóða heilsufakliga kunning um tilboðini um koppsetingar, sigur hon.

– Harafturat mugu tilboðini verða lætt atkomulig, so foreldur ómakaleyst kunnu fáa koppsett børnini hjá sær.

– Ein orsøk til fallandi undirtøkuna fyri koppsetingum er kanska vantandi kunning um tilboðini, leggur hon afturat.

– Tí er skjøtul settur á arbeiðið at gera eina skipan, sum fer kunna foreldrini um, nær børnini kunnu fáa ymsu koppsetingarnar. Í næstum verður eisini farið undir at kanna, hvørjar orsøkirnar eru til, at summi foreldur ikki taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar.

– Málið er, at vit hava rokkið markinum hjá alheims heilsistovninum um koppsetingar - áðrenn næsta ár er lokið.

Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur ring minni um ta tíðina, tá ið hon hevði meslingar, skáldkoppar og aðrar barnasjúkur.

Hon sigur, at eisini í Føroyum eru børn deyð av hesum sjúkum. Og hon minnist eisini sorgina tá ið hennara besta vinkona brádliga misti beiggja sín av eini sjúku, sum vit í dag kunnu fyribyrgja við okkara koppseting.

– Tað eru helst eisini hesar upplivingar, sum m.a. fáa garvaða kommunulæknan, Signar Dam, at rópa varskó í miðlunum. Hann minnist nógvar harmasøgur, sum elvdar vóru av sjúkum vit í dag kunnu fyribyrgja - um vit vilja.

Hinvegin vil Margit Stórá halda fast um, at hetta skal vera eitt tilboð og ikki eitt krav.

– Eg taki ikki undir við teimum, sum mæla til at seta serlig krøv og treytir, og á ein hátt tvinga fólk til at lata seg og børn síni koppseta, sigur hon.