Ein hópur av landsliðsleikarum í badminton fer í næstum til Malta at umboða Føroyar í smálandakapping. Hetta er fyrstu ferð, at slík smálandakapping er í badminton.
Badmintonsambandið hevur í fleiri ár samskift við nøkur av smálondunum í Evropa um at fyriskipa eitt nýtt slag av kapping fyri landsliðini í hesum londum.
Og nú eru hesar ætlanir endiliga blivnar til veruleika og Malta verður vertur fyri fyrstu Small States of Europe liðkappingini, sum verður frá 3. til 5. november 2023.
Tey, sum umboða Føroyar eru Asbjørn Heide Olsen, Magnus Dal-Christiansen, Christian Berg Petersen, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Sanna og Mia Thorkildshøj.
Miriam spælir við Københavns Badmintonklub, Magnus við Drive í Keypmannahavn, Bjarnhild spælir við Klaksvíkar Badmintonfelag, og hini fýra spæla við Havnar Badmintonfelag.
Sune Gavnholdt, landsliðsvenjari, er við á ferðini, umframt at Jónfinnur Petursson er við sum dómari.
Endamálið við kappingini er at vísa ítrótt á høgum stigi, har átta av teimum smærru badmintontjóðunum í Evropa. Kypern, Gibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Liktinstein, Malta og Føroyar eru við. Endamálið er eisini, at hetta skal vera ein afturvendandi kapping.
Kappingin verður skipað við einum bólkaspæli, har føroyska landsliðið skal spæla ímóti Malta, Liktinstein og Gibraltar.
Í hinum bólkinum tørna Ísland, Kypern, Isle of Man og Grønland saman. Eftir bólkaspælið broytist kappingin til kapping, har úrslitini í innleiðandi bólkunum avgera hvør møtir hvørjum og har tað alla tíðina er vinnarin, sum fer víðari til næsta umfar.
– Vit vóna, at hendan smálandakappingin kann gerast eitt afturvendandi tiltak, sum okkara bestu leikarar kunnu venja fram ímóti, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í Badmintonsambandinum, í tíðindaskrivi.
Á Oyggjaleikunum á Guernsey í summar leiktu føroyskum leikararnir ímóti leikarum frá Isle of Man og Grønlandi, har føroyski landsliðshópurin gjørdi bart í liðkappingini og vann gull.
Eisini hava føroyskir badmintonleikarar áður kappast í Íslandi og leikt ímóti bestu íslendsku leikarunum, men fleiri av hinum londunum hava Føroyar ongantíð spælt ímóti áður.