Fara nú at súkkla runt alt landið

Ferðin byrjar seinnapartin í dag og varar í fimm dagar

Áki Bertholdsen
5. juni 2024 kl. 10:22

Klokkan 14 seinnapartin i dag, grundlógardagin, byrjar stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar. Startskotið er í Saltangará og frammanfyri sær hava súkklararnir so fimm dagar av súkklukapping kring Føroyar, har teir skulu súkklað umleið 264 kilometrar tilsamans. 

– Hetta er Føroya størsta og mest virda súkklukapping, og spenningurin er stórur, hvussu leikur fer, siga fyrireikakararnir í tíðindaskrivi.

Fyrsta dagin verður kappast í einkultstarti, tá súkklað verður frá Effo í Saltangará til Skálabotn at venda, og so aftur til Saltangará. 

 Eysturoyggin verður eisini karmur um annað skrekkið og tá verður kappast í felagsstarti, og teinurin, sum verður súkklaður, gongur frá Leif Mohr á Kambsdali, til Gøtu, í Skálabotn, til Oyndarfjarðar, aftur í Skálabotn, og síðani aftur til Gøtu, Kambsdal, Fuglafjørð, og aftur til Kambsdal.

Hetta er ein strævin teinur, tí tað eru nakrar drúgvar brekkur eru á leiðini.

 Triðja dagin leggur Sandoyggin asfalt til kappingina. Startur og mál er í Húsavík. Sandoyggin er ein fantastisk súkkluoyggj, og har hava fleiri kappingar verið.

Hesa ferð gongur leiðin úr Húsavík til Sands. Nú verður koyrt runt um Sandsvatn, áðrenn leiðin gongur móti Skálavíkar har vent verður, og síðani aftur ein umgang rundan um Sandsvatn. So til Húsavíkar, og víðari til Dals har vent verður, og so beinleiðis á mál í Húsavík.

Leygardagin verður Suðuroyggin fyri 28. ferð karmur um kappingina, sum eisini er ein spennandi og vøkur oyggj at kappast í, siga fyririreikararnir.

Byrjað verður á Tvøroyri. Leiðin gongur til Hvalba, runt í bygdini, og so gongur leiðin annars til Fámjin. Síðan verður farið um Hovsegg til Hovs, til Porkeris, til Vágs og til Lopra. Her verður vent, og síðan verður súkklað á mál í Vági. Málið er við Effostøðina í Vági.

Sunnudagin er finalan. Byrjað verður hjá Leif Mohr á Hálsi. Síðani gongur leiðin eftir Kaldbaksvegnum og til Hósvíkar, har súkklararnir venda, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar. Eisini eftir Kaldbaksvegnum.

Málið er við Leif Mohr, og í tí sambandi verða Hoyvíksvegur, Smyrilsvegur og Staravegur stongdir ímeðan finalan er. 

Súkklararnir koma væntandi á mál umleið klokkan11. Pylsuvognur verður á parkeringsøkinum hjá Leif Mohr, har áskoðararnir kunnu fáa sær eina pylsu meðan teir bíða. Eisini verður okkurt leskandi at sløkkja sær tostan við.