Ongi úrslit

Fara nú at samráðast um at stytta arbeiðsvikuna

Áki Bertholdsen
4. august 2025 kl. 16:10

Tá ið samgongan varð skipað, var eitt av málunum at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar.

Samgongan skrivar í samgonguskjalinum, at Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar.

Arbeiðsvikan verður skipað við lóg.

Men hetta hevur ikki gingið eftir ætlan, tí trýpartasamráðingarnar ímillum Landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløg bóru ikki á mál.

Og tað er tí, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast kki um málið, tí arbeiðsgevarar vilja ikki vita av ætlanini um at stytta arbeiðsvikuna.

Eitt skifti var eisini ætlanin at samgongan skuldi leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, men tað fekst ikki politiskur meiriluti fyri.

Men Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum heldur fast um, at arbeiðsvikan skal styttast.

Og hon heldur enntá, at tað er tvingandi neyðugt at tað verður gjørt nú og tað skal gerat í smáum, har fyrsta stigið er at stytta arbeiðsvikuna ein tíma.

Samstundis ásannar hon, at nú trýpartasamráðingarnar miseydnaðist, má samgongan leggja á annan bógv.

Hon sigur kortini, at samgongan ætlar ikki at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Hinvegin ætlar Samgongan, at hetta skal vera ein partur av næstu sáttmálasamráðingunum við fakfeløgini.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38