Fara nú at leita eftir kelduni til oljudálking á Skálafjørði

– Tað er ikki so ringt um tað sær út, sigur løgreglan

Áki Bertholdsen
21. september 2024 kl. 10:30

Um náttúrðatíð í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at olja var at síggja á sjónum undir Gøtueiði.

Løgreglan sigur, at tilbúgvingin á Skálafjørðinum fekk boðini og tey fóru at kanna málið. Tey siga, at tað er ikki so ringt sum tað sær út. Ein skón av olju liggur oman á sjónum á einum nokk so stórum øki, men tey siga, at skónin er tunn og at talan er ikki um nógva olju - og tey siga eisini, at tað loysist upp aftur av sær sjálvum.

Men kortini siga tey, at nú fara tey at leita eftir keldunu til oljudálkingina. Í fyrstu syftu sær tað út til, at dálkingin stavar frá einari keldu við havnarlagið í Sóldafjørði - kanska er tað ein oljuskiljara á einum arbeiðsplássi.

Í gjárkvøldið var ov myrkt at leita, men nú í morgun fara tey so at vita um tey finna útav, hvaðani oljudálkingin stavar.