Ongi úrslit

Fara nú at kanna um hetta er orsøkin stóru afturgongdina

Tað er ført fram, at aling er orsøkin til, at upsastovnurin er minkaður niður í einki - nú skal tað kannast

Áki Bertholdsen
5. mars 2025 kl. 10:45

Nú verður tað, at granskarar fara at kanna um tað er aling, sum er orsøkin til, at upsastovnurin er minkaður burtur í einki.

Hesi seinastu árini er fiskiskapurin eftir upsa bara ein viðfáningar av tí, hann hevur verið, og tað eru nógv, sum geva alingini skylduna.

Og tann 28. mai í 2021 vísti Dimmalætting eina mynd, sum vísir, at tað er neyvt samanhang ímillum alingina og fiskiskapin eftir upsa.

Sí myndina niðan fyri.

Tí hevur tað leingi verið tosað um at kanna hetta nágreiniliga, og tá ið Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, setti aliráðstevnuna fyrr í vikuni, visti hann at siga, at nú verður tað.

– Eitt ítøkiligt mál, sum sjøtul verður settur á í næstum, verður at kanna, um samanhangur er millum laksaaling og støðuna hjá upsastovninum undir Føroyum, segði hann.

Hann segði, at eina av komandi vikunum fara granskarar á Firum og Havstovuni undir at kanna, um her er ein samanhangur ella ikki.

– Í hesum sambandi loyvi eg mær at heita á alifyritøkurnar um at samstarva væl við granskararnar, soleiðis at komið verður til eina grundaða niðurstøðu, ið annaðhvørt sannar ella avsannar hetta páhaldið.

– Allir partar – alivinnan, fiskivinnan og myndugleikar – hava felags áhuga í, at vit frameftir byggja okkara virksemi og ætlanir á væl grundaða vitan, segði Høgni Hoydal.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

3 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11