Fara nú at kanna um handilsfólk taka ov stóran vinning

Í fyrstu syftu verður dentur lagdur á at kanna prísin á trimum økjum, sum eru ein stór útreiðsla hjá húsarhaldum

Uni Holm Johannesen fekk at vita, at tað gongur væl við fyrireikingunum
Áki Bertholdsen
15. januar 2025 kl. 11:51

Nú verður tað, at Kappingareftirlitið fer at kanna prísirnar á ymsum vørum í Føroyum. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Vinnumálum.

Í Løgtinginum í morgun vísti Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, á, at í fjør samtykti Løgtingið at geva Kappingareftirlitinum størri heimildir at kanna prísir á ymsum vørum.

Høgni Hoydal sigur, at tað gongur væl við hesum arbeiðnum. Í heyst varð fólk sett í starv á Kappingareftirlitinum at kanna prísirnar og at tey eru í ferð við at leggja arbeiðið til rættis.

Hann sigur, at fyribils fer Kappingareftirlitið at leggja dent á at kanna prísin vørum og tænastum, sum eru ein stór útreiðsla hjá húsarhaldum.

Sostatt fer Kappingareftirlitið í fyrstu syftu at leggja dent á at kannað rentur og ómaksgjøld hjá bankunum, umframt at tey fara at kanna vinningin, bilasølurnar taka fyri at selja bilar. Somuleiðis fara tey at kanna prísirnar á matvørum.

Kemur Kappingareftirlitið fram á óreglulig viðurskifti kunnu tey heita á tann vinnurekandi um at lækka prísirnar. Men koma tey fram á prísir, sum eru heilt av lagið, kann Kappingareftirlitið eisin áseta príssteðg og vinningssteðg.