Beint fyri døgurða í gjár varð ringt til løgregluna at siga frá, at vegurin um Gøtueiði, oman til Skipaneskrossin, og kanska eitt petti úteftir eisini, var sum á flundrubaki, tí tað var komin olja á vegin.
Tað vísti seg kortini skjótt, at talan var ikki um olju, men um fiskalýsi sum var endað á vegnum. Talan var um ein bil, sum kom av einum virki norðan fyri og sum skuldi á biogassvirkið, Førka, á Hjalla í Hoyvík
Løgreglan sigur, at vegurin var so hálur, at eitt skifti var neyðugt at steingja hann heilt, men síðani varð ein breyt latin upp, so ferðslan kundi leiðast ígjøgnum.
Løgreglan sigur, at tað var ikki fyrr enn um fimm tíðina, at vegurin varð spulaður so frætt aftur, at tað var koyrandi sum vanligt.
Løgreglan sigur, at tey vita hvaðani lýsi stavar. Beint eftir at tey fingu fráboðanina, ringdi bileigarin sjálvur at boða frá óhappinum og nú fara tey at kanna, hví tað hendi.
Tey fara at tosa við vitni og at kanna bilin. Men fyribils metingin er, at onkusvegna hevur slógvið í tanganum gjørt hita, sum hevur elvt til yvirtrýst í tanganum. Og so er tað ein trygdarventilur, sum er farin frá, so lýsið er sprænt úr tanganum, heldur enn at tangin sjálvur skuldi fara í luftina.
Fyrr enn tær kanningarnar eru gjørdar, fáa tey einki sagt um, hvussu málið skal avgreiðast.