Fara nú at fyrireika arbeiðið at byggja risastórt heim til eldri

Longu nú biðjur Tórshavnar býráð grannarnar um umbering

Áki Bertholdsen
2. mai 2024 kl. 13:27

Nú verður sjøtul settur á arbeiðið at byggja ein nýggjan stovn til eldri. Talan er røktarheimið á Srórubrekku, sum hevur fingið navnið, Rás.

Í hesum sambandi fer kommunan nú at kanna lendið í Stórubrekku í Dalinum langa. Arbeiðið byrjar um nakrar heilt fáar vikur og talan er um forkanningar og forboringar og tey siga, at tað er væntandi, at tað fer at larma eitt sindur. Grannarnir verða tí bidnir um at halda kommununi til góðar hesa tíðina, sigur býráðið.

Rás verður ein stórur stovnur tí har verða 64 búpláss, 16 røktaríbúðir, umframt dagtilboð til 50 eldri, sum annars búgva heima.

Á stovninum verður eisini stórkøkur, vaskarí, fysioterapi og ergoterapi. Tilsamans er økið 50.000 fermetrar og tilsamans verður bygningurin 6.700 fermetrar.

Verkætlanin skuldi vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, urtagørðum, og øðrum, kunnu gerast eitt nýtt andarhol í býnum, sigur býráðnum.