Fyri 30 árum síðani varð Spencer Elden, sum pinkubarn, avmyndaður nakin til plátuhúsin hjá Nirvana “Nevermind”, men í august í ár stevndi hann bólkin fyri barnaporno.
Trummuleikarin í bólkinum, Dave Grohl, sigur í samrøðu við The Sunday Times, at plátuhúsin møguliga verður broyttur.
– Eg havi nøkur hugskot, hvussu vit kunnu broyta plátuhúsan, men nú mugu vit síggja, hvat hendir. Vit skulu nokk geva tykkum boð, um tað hendir, sigur hann.
Samstundis kemur hann eisini við eini viðmerking til stevningina, sum bólkurin fekk sendandi í august.
– Eg haldi, at tað eru onnur ting í lívinum at síggja fram til, enn at hanga seg í tílíkt. Lukkutíð skal eg ikki gera nakað pappírsarbeiði hesum viðvíkjandi, sigur Dave Grohl.
Spencer Elden hevur stevnt 17 aktørum í hesum málinum – herímillum limirnir í bólkinum, plátufeløg, lýsingarfólk og onnur, ið hava við plátuhúsin at gera. Í fyrsta umfari hevur hann stevnt øllum 17 aktørum fyri 150.000, svarandi til umleið 950.000 krónum í okkara peningi.
Foreldur hansara fingu, sambært The Sunday Times, 200 dollarar fyri myndatøkuna, sum alt málið nú snýr seg um.
”Nevermind” hevur selt 30 millión eintøk kring heimin síðani útgávan kom út í 1991, har kendir sangir sum ”Smells Like Teen Spirit” og ”Come As You Are” eru við á útgávuni.