Tað eru ongar ætlanir um at gera undirsjóvartunlar til tok til útoyggjarnar.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur reist spurningin í Løgtinginum og tí hevur hon spurt landsstýrismannin, hvørja hann hugsan um hetta.
Hon heldur, at tað er vert at taka tjakið upp og at vera eitt sindur framsíggin.
Dennis Holm sigur, at tey hava ikki arbeitt við málinum av álvara, hvørki, tá undirsjóvartunlarnir vórðu gjørdir, ella nú Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður.
Men í frágreiðingini hjá Landsverki um ferðasambandið til Suðuroynna, verður møguleikin at gera ein jarnbreytartunnil tó umrøddur.
Men niðurstøðan er, at ein tunnil til tok er tann dýrasta loysnin av ølum, tí tá skulu íløgur eisini gerast í tok, jarnbreytir, jarnbreytarstøðir og annað.
Rakstrarkostnaðurin er eisini høgur, sigur landsstýrismaðurin.
– Tað eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera undirsjóvarbreytir til útoyggjarnar við verandi kostnaði og tøkni. Men mennist teknikkurin á økinum, eigur málið at verða tikið uppaftur, leggur hann afturat.
Her verður serliga hugsað um EarthGrid tøknina at bora tunlar við. Tað er ein nýggj tøkni, sum enn er á byrjanarstigi, men sum er í støðugari menning.
Tað er ein tøkni, har tunlar verða brendir ígjøgnum soleiðis at grótið verður hitað til tað smeltar.
Royndirnar higartil benda á, at hesin hátturin at gera tunlar kann vera skjótari og bíligari enn verandi háttur at gera tunlar. Men tunlarnir, sum eru boraðir við EarthGrid, eru smalir og ikki gjørdir til ferðafólkaferðslu, sum nú er. Talan er um tunlar til kaðalar og leiðingar av ymsum slagi.
– Landsverk fylgir støðugt við tøkniligu menningini og arbeiðsháttum í sambandi við tunnilsgerð og mennist EarthGrid tøknin til at tað er til at gera størri tunlar fyri ein bíligari kostnað, eigur málið at verða tikið upp aftur, sigur landsstýrismaðurin.