Í kvøld verður tími jarðarinnar hildin víða hvar runt um í heiminum - og hann verður eisini hildin ymsastaðni kring landið
Í kvøld verður tími jarðarinnarhildin kring um í heiminum - og tað verður hann eisini hildin ymsastaðni í Føroyum.
Tá verður ljósið sløkt í ein tíma frá klokkan 20.30 til klokkan 21.30, føroyska tíð.
Endamálið er at varpa ljós á veðurlagsbroytingarnar og fyrstu ferð, hetta tiltakið var, var í avstralska stórbýnum, Sidney í 2007.
Síðani hevur tiltakið breitt seg runt um í heiminum og nú verður ljósið sløkt í næstan 200 londum.
Í Føroyum verður tiltakið eisini hildið víða hvar, og summastaðni verður aftankvirra í kirkjunum
á Tvøroyr verða ljósini leygarkvøldið og í tí sambandi verður skipað fyri gongutúri, sum byrjar klokkan 19.45 við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn.
Ímeðan ljósið er sløkt, verður aftankvirra kirkjun, har fólk eru vælkomin at njóta eina friðsæla løtu og, er tørvur á tí, so er Annika Magnussen Gaard, prestur, eisini tøk til eitt prát.
Í Nes Kommunu verða gøtuljós, og onnur ljós eisini sløkt - uttan á havnalagnum.
Og fyri áttandu ferð, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri tiltaki hetta kvøldið, tá ið øll gøtuljós í kommununi verða sløkt.
Samstundis verður tiltak í Fuglafjarðar kirkju klokkan 20.30, har Fuglafjarðar sangkór syngur, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hendan løtan varar umleið e in halvan tíma.
Eisini í Vági verða øll gøtuljós sløkt og klokkan 20 er aftankvirra Vágs kirkja, har kirkjan verður upplýst við livandi ljósum. Patrick de Neergaard, prestur, bjóðar vælkomin og Dagfinn Olsen syngur og spælir, og vit syngja tveir sálmar.
Ljósið verður eisini sløkt í Havnini í kvøld.
Allastaðni heita tey eisini á fólk um at sløkkja ljósini heima, so at hetta kann vera eitt felags tiltak – og fara fólk út, verða tey staðiliga mint á at hava endurskin á sær fyri at síggjar betur, nú tað annars er bølamyrkt.