Fara at síggja alvápnað løgreglufólk í Havn og í Hoyvík

Men fólk skulu ikki stúra, tí talan er bara um venjingar

Áki Bertholdsen
14. november 2023 kl. 09:10

Í dag, í morgin og hósdagin, verða nógvir løgreglubilar, og nógv alvápnað løgreglufólk í fullum stríðsbúnum, at síggja á ávísum støðum í Havn og í Hoyvík.

Men løgreglan sigur, at fólk skulu ikki stúra, tí talan er bara um venjing, so at løgreglan er til reiðar, tá ið tað verður brúk fyri tí av álvara.

Løgreglan sigur, at tað verður í gomlu Hoyvíkini og á Vestarubryggju, á økinum rundan um gamla Bacalao, har Silo nú er, har venjingarnar verða, og tær verða bæði fyrrapartar og seinnapartar.

Løgreglan fer eisini at kunna um venjingarnar við skeltum.