Fara at netverka og fáa íblástur

Framløgur og netverkan er á skránni, tá ið Vinnuforum verður í Havn fríggjadagin

Jonhard Hammer
24. september 2024 kl. 15:20

Vinnuforum 2024 verður fríggjadagin frá kl 13:00 til kl 15:30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. 

Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. 

Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði. 

Fyriskipararnir bjóða inn til ein forvitnisligan seinnapart í Kongshøll, við netverkan, íblástri og har fokus verður sett á, hvat rørir seg í vinnulívinum í dag. 

Á tiltakinum verða fleiri áhugaverdar og kveikjandi framløgur frá spennandi vinnulívsfólkum. Tey, ið eru á skránni, eru, Jóhanna á Bergi, Ulla Joensen, Joel undir Leitinum, Regin W. Dalsgaard, Bogi Bech Jensen, Brynhild Høgnadóttir og Jón Hammer. 

Orðstýrari verður Óluva Zachariasen.