Fara at krevja endurgjald fyri ólógligt verkfall

Eitt av fakfeløgunum, sum fór í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum fríggjadagin, fær nú eitt endurgjaldskrav

Áhoyraraplássini í Løgtinginum vóru fullsett, tá ið Løgtingið legði upp í verkfallið hósdagin
Áki Bertholdsen
7. november 2023 kl. 18:33

Eitt av fakfeløgunum, sum fór í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum fríggjadagin, fer nú at fáa eitt endurgjaldskrav.

Tað er Lærarafelagið, sum nú fer at fáa enndurgjaldskrav frá Fíggjarmálaráðnum, sigur Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Nú Løgtingið samykti at leggja upp í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hósdagin, gjørdi fleiri fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum fóru í samhugaverkfall.

Fasti Gerðarrætturin kom til ta niðurstøðu, at talan var um ólóglig verkfall, tí feløgini høvdu ikki boðað frá tí frammanundan.

Tá ið feløgini fara í verkfall, skulu tey boða frá tí minst 48 tímar frammanundan, men tað høvdu tey, eyðvitað, ikki gjørt.

Jan Mortensen sigur, at í avtaluni við fakfeløgini um fráboðanarskyldu, stendur einki um endurgjaldskrøv í sambandi við ólóglig verkfall.

Men Føroya Lærarsfelagið og Fíggjarmálaráðið hava eina høvuðsavtalu og í henni eru eisini ásetingar um endurgjaldskrav, tá ið avtalan verður brotin.

Og Jan Mortensen sigur, at hesa heimildina fer Fíggjarmálaráðið at brúka og tí verður Lærarafelagið kravt eftir endurgjaldi.

Óvist er, hvussu stórt tað verður, men tað verður so eitt mál, sum verður lagt Fyri Føroya Rætt at taka støðu til.