Mannarættindaráðið í ST hevur samtykt at fara undir at kanna harðskapin, sum í seinastuni hevur gjørt um seg í Ísrael og í Gaza geiranum.
24 lond í mannarættindaráðnum atkvøddu fyri uppskotinum, ið varð lagt fyri ráðið av felagsskapinum OIC (Organization of Islamic Countries), ið er felagsskapur fyri muslimsk lond. Níggju lond atkvøddu ímóti uppskotinum, meðan hini 14 atkvøddu ikki.
Ófriðurin tók seg upp eftir samanbrestir við Tempulfjallið í Jerusalem, og síðani fór Hamas at skjóta rakettir inn í Ísrael. Ísrael svaraði aftur við loftálopum á Gaza geiran, og í minsta lagi 242 fólk í Gaza og 11 fólk í Ísrael hava latið lív, síðan ófriðurin brast á.
Fríggjadagin samdust partarnir um vápnahvíld.
Í uppskotinum í mannarættindaráðnum verður sambært BBC gjørt greitt, at ynskt verður at fáa eina fasta kanningarnevnd at kanna mannarættindabrot í Ísrael, Gaza geiranum og á Vestara áarbakka. Eisini skulu orsøkirnar til framhaldandi ófrið í økinum kannast.
USA, ið bert hevur eygleiðarastøðu í mannarættindaráðnum, tók ikki lut í kjakinum um uppskotið, men sendinevndin hjá USA hevur síðani gjørt greitt, at USA metir ikki, at talan er um eina góða avgerð at seta á stovn kanningarnevndina.
Somuleiðis hevur Benjamin Netanyahu, forsætismálaráðharri í Ísrael, tikið frástøðu frá avgerðini, ið hann kallar fyri eitt gott dømi um hvussu "sjúkliga upptikið" ST mannarættindaráðið er við at vera "anti-Ísrael".
Palestinska uttanríkisráðið vil hinvegin vera við, at talan er um eitt átak frá altjóða samfelagnum at verja mannarættindi hjá palestinum, meðan Hamas vil hava, at altjóða samfelagið skal taka neyðugu stig umgangandi at revsa Ísrael.