Fara at gera sherpa-trappu oman í Hvannhaga

Fýra mans úr Himalaya eru komnir til Tvøroyri at gera trappuna

Áki Bertholdsen
17. oktober 2023 kl. 09:01

Í løtuni vitja fýra menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu gera eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini, oman í Hvannhaga, vestara part.

Tað sigur Tvøroyrar Kommuna.

Tað er norska fyritøkan, Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðinum at gera av Føroya fyrstu Sherpa-trappu, sum hesar trappurnar verða nevndar.

Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, at Sherpa-fólk úr Himalaya-fjøllunum hava gjørt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi hesi seinastu 20 árini.

Tað eru Tvøroyrar Kommuna og Visit Suðuroy eru stigtakarar til verkætlanina, og sum eisini standa fyri arbeiðnum, sum Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands, hava stuðlað.

Býráðið sigur, at avtala er gjørd við teir fimm hagarnar.

Í sambandi við hetta arbeiðið verður nógvur tyrluflutningur á Tvøroyri í Dag, tí grót at førast av Rananum, í Hvannhaga.