Fyrr í dag varð tað greitt, at Føroyar í HM endaspælinum fyri U-21 landslið fara at spæla ímóti Spania, Japan og Angola. Kappingin verður frá 20. juni og fram til 2. juli, og dystirnir í bólki D, ið er bólkurin, sum Føroyar eru í, fer at halda til í týska býnum Magdeburg. Týskland og Grikkaland vera vertir fyri kappingini.
Hondbóltssamband Føroya veit at siga, at føroyska liðið fer at leggja nógv fyri í fyrireikingunum. Spælararnir vera savnaðir bæði í mars og apríl, og í tíðarskeiðnum 18. mai og fram til 20. juni fer liðið at venja tvær ferðir um vikuna. Í juni mánað fer liðið til Íslands, har venjingardystir 10. og 11. juni vera ímóti íslendska U-21 landsliðnum, áðrenn tað verður farið til Týsklands og í endaspælið.
Bólkarnir:
Bólkur A: Frakland, Pólland, Kroatia, USA
Bólkur B: Algeria, Týskland, Tunesia, Kosta Rika
Bólkur C: Portugal, Brasil, Kuveit, Libanon
Bólkur D: Spania, Føroyar, Japan, Angola
Bólkur E: Ungarn, Denmark, Argentina, Vinnarin úr Oceania
Bólkur F: Svøríki, Slovenia, Bahrain, IHF Trophy vinnarin
Bólkur G: Serbia, Ísland, Kili, Marokko
Bólkur H: Egyptaland, Grikkaland, Kuba, Saudi Arabia