Leygardagin verður afturvendandi fiskikappingin í Norðoyggjum. Tað eru fólkini, sum halda lív í skúlaskipinum, Draganum, sum skipa fyri og allur peningurin, sum kemur inn, fer til at reka skipið fyri,
– Streymurin verður góður og sambært veðurforsøgnini verður undir 10 metrar um sekundið av útnyrðingi, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar, siga fyrireikararnir.
Bátarnir loysa um áttatíðina og skulu verða aftur klokkan 17. Tey, sum eru við, fáa heita suppu, tá teir hava avreitt, og síðani verða steypini handað.
Seinni verður veiðan seld á uppboðið sunnanfyri Fiskamarknaðin í Klaksvík har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.
Tað er einki aldursmark fyri at vera við og minst tvey fólk skulu vera við hvørjum báti. Tað er ókeypis at vera við, men seiður og kongafiskur telja ikki við tá ið veiðan verður vigað.
– Tað er ikki loyvt at fiska framvið aliringum og tey, sum vinna eru teir bátar, sum fiska mest upp á fólkið og steyp er eisini fyri tann størsta fiskin.
Og tað eru fimm steyp at kappast um. Talan er um peningagávur upp á 2.000 - 4.000, sum fyritøkur har um vegir hava latið.