Volkswagen hevur latið eina nýggja verksmiðju upp, ið skal endurnýta battarí frá el-bilum.
Ætlanin er at endurnýta ráevni sum til dømis litium og nikkel, og málið er at nýta yvir 90 prosent umaftur.
Hóast verksmiðjan letur upp nú, so verður ikki væntað at fáa størri mongdir av battaríum inn, fyrr enn í endanum av 20-unum. Tí er málið her og nú hjá verksmiðjuni at taka ímóti 3.600 battaríum um árið, svarandi til 1.500 tons.
Tá Volkswagen móttekur eitt brúkt battarí, verður tað tikið sundur og síðani tekur ein kvørn sær av tilfarinum, sum kann farast í har.
- Sum eitt úrslit av hesum kunnu týðandi lutir í gomlum battaríum brúkast til at gera nýggj. Vit vita frá gransking, at endurnýtt ráevni er líka so gott sum nýtt. Í framtíðini fara vit at nýta meira endurnýtt tilfar. Eftirspurningurin eftir battaríum og teimum ráevnum, ið er partur av framleiðsluni, fer at vaksa í framtíðini, sigur Mark Möller frá Volkswagen í einum tíðindaskrivi.
Sí filmsbrot við mannagongdini niðanfyri: