Fara at drepa grind í Hvannasundi um eina løtu

Økið rundan um grindina er grindaøki har fólk, sum einki hava við drápið at gera, skulu halda seg burtur

áki Bertholdsen
10. januar 2025 kl. 08:34

Seinnapartin í gjár varð ein grind funnin uttan fyri Árnafjørð. Hon varð rikin inn ímóti Hvannasundi, men tá varð ov myrkt at halda henni til.

Tí hava teir goymt hana í nátt, har bátar hava skiftst um at liggja hjá henni.

Løgreglan sigur frá sýslumanninum, at um eina løtu verður grindin rikin inn á Hvannasund har hon verður hildin til nú tá ið tað lýsnar klokkan 9.30.

Í hesum sambandi hevur sýslumaðurin lýst alt økið rundan um grindina, ein fjórðing í allar ættir - eisini uppeftir, at vera grindaøki og har skulu fólk, sum einki hava við grindina at gera, halda seg burtur.

Grindin er ikki stór, í gjár varð mett, at hon var einar 40 hvalir.