Fara at dálka Havnará í nakrar mánaðir
Næstu tíðina fer Havnará at verða skitin
Áki Bertholdsen
2. oktober 2023 kl. 11:45
Tey, sum varnast at Havnará er dálkað, og at vatnið ikki er so klárt sum tað eigur, skulu ikki hugsa so nógv um tað.
Býráðið er nevniliga í hólt við arbeiði, sum fer at dálka ánna í einar tríggjar mánaðir.
Býráðið sigur, at í sambandi við avgrevstur ovast á Sundsvegnum, verður Hoydalsá dálkað í eina tíð framyvir.
Talan er um arbeiði í sambandi við vegagerð. Tað vil siga, at núverandi vegur verður grivin upp og nýggjur vegur gjørdur.
Væntast kann at arbeiðið kemur at vara til 1. januar, sigur býráðið.