Fara at bøta um trivnaðin og at rinda skuldina niður

Tað eru ongar stórar íløgur á skránni í Klaksvík, men tey fara at brúka pengar upp á at gera tað hugnaligari og tryggari hjá fólki

Áki Bertholdsen
13. november 2024 kl. 15:29

Vit fara at føra ein varligan politikk, har vit fara at rinda skuld aftur. Tað sigur Karl Johansen borgarstjóri í Klaksvík, sum eisini verður borgarstjóri í býráðnum, sum varð valt í gjár.

Tað gekk skjótt á valinum í Klaksvík, tí longu ímeðan tey taldu atkvøður í gjárkvøldið, og tey sóu hvønn veg tað bar, kom ein samgonga ímillum Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin, í eyga.

Tilsamans hava tey seks av teimum 11 býráðslimunum. Tjóðveldi hevur tveir býráðslimir, sum er ein meiri enn tey hava nú. Javnaðaflokkurin hevur ein og Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini ein, sum er ein minni enn nú. Og so hevur Sambandsflokkurin hevur tveir býráðslimir.

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Sambandsflokkurin hevur tveir býráðslimur - og tað er tí, at eftir seinasta val kundi Fólkaflokkurin ikki semjast um, hvør av teimum skuldi vera borgarstjór. Sostatt endaði tað við, at Karl Johansen varð valdur til borgarstjóra.

Og tað hevur loyst seg, tí á seinasta vali fekk Sambandsflokkurin 9,2 prosent av atkvøðunum, men á valinum í gjár fekk hann 20, 6 prosent.

Karl Johansen sigur, at tað næsta valskeiðið eru ongar stórar íløgur á skránni, tí tey fara at miðja eftir at rinda skuld niður.

Klaksvíkar kommuna fær einar 400 milliónir inn í skatti og tað er tað mesta, kommunan hevur loyvi at hava í skuld.  Í dag er skuldin er einar 20 milliónir undir tað hámarkið, so borgarstjórin sigur, at tað er neyðugt at rinda skuld aftur.

– Tað merkir, at vit ætla at halda tær avtalur vit hava um skuld, og tað, sum loypur av, skal brúkast til trivnaðartiltøk til fólkið í kommunum, til at fríðka um, til at gera ábøtur á vegir og gongubreytir og til at gera tað tryggari hjá fólki til gongu, sigur hann.

Hetta merkir so aftur, at enn eina ferð situr Fólkaflokkurin uttan fyri ávirkan, hóast hann er størsti flokkur við fimm av teimum 11 býráðslimunum.

Tað skilst har norðuri, at hugurin at samstarva við Fólkaflokkin er ikki serliga stórur. Jógvan Skorheim, sum fekk flestar atkvøður á fólkaflokslistanum, rýmdi úr Sjálvstýrisflokkinum í 2021 og meldaði seg í Fólkaflokkin. Tað hevur kostað Sjálvstýrisflokkinum ein býráðslim og eina stóra afturgongd í atkvøðum, tí á seinasta býráðsvali fekk Sjálvstýrisflokkurin 20,8 prosent av atkvøðunum, men á valinum hesa ferð fekk hann bara 8,4 prosent. So tey í Sjálvstýrisflokkinum hava ikki serligan hug at fara í samstarv við Jógvan Skorheim.

Og Aksel V. Johannesen hevur gjørt greitt, at Javnaðarflokkurin fór ikki at samstarva við Fólkaflokkin og kanska er tað hetta, sum eisini ger seg galdandi í býráðnum í Klaksvík.   

Á myndini er samgongan í Klaksvíkar býráði, tríggir menn og tríggjar kvinnur. Fra vinstru eru tey Sylvia Thomsen úr Sjálvstýrið, Annika Biskopstø úr Tjóðveldi, Signhild W Johannesen úr Javnaðarflokkinum,  Anfinn í Toft úr Tjóðveldi og Herman Ronnason og Karl Johansen, báðir úr Sambandsflokkinum