Næsta ár verður eitt nýtt líð á bestu kvinnudeildini í føroyskum fótbóti. Tað er FC Hoyvík, sum nú eisini ætlar sær at bjóða av í bestu kvinnudeildini.
FC Hoyvík hevur gjørt av at leggja stóran dent á kvinnufótbólt næsta kappingarár. Í hesum sambandi ætlar felagið, á fyrsta sinni, at vera við í Betrideildini hjá kvinnum næsta kappingarár, sigur felagið í tíðindaskrivi. Avgerðin um hetta varð tikin á fundi í gjár, saman við kvinnum, sum hugsandi er, fara at vera við á liðnum.FC Hoyvík var við í øllum aldursbólkum fyri gentur í kappingarárinum, sum nú er endað. Og tað royndist ikki verri enn ilt, tí Gentur U13 vunnu greipuna - bæði FM-og steypakappingina. Undanfarin ár hava U16 við gentum eisini staði seg sera væl.
Seinastu árini hevur FC Hoyví, hvørt ár, havt fleiri gentur við á ungdómslandsliðunum, og í løtuni hava tey spælarar á bæði á U15 og U17 landsliðunum.
Felagið heldur, at við alsamt veksandi fólkatali í Hoyvík í huga, kunnu tey gera seg galdandi bæði í mannfólka- og kvinnufótbólt í framtíðini.