Ongi úrslit

Fara aftur at spæla dart í Vági

Eftir at hava ligið í dvala í nøkur ár, verður nú stovnandi aðalfundur í Suðuroyar Dartfelag. Vágur hýsir í løtuni dartkappingum á Føroyaleikum.

Katrin Erlendsdóttir
Í gjár kl. 15:16

Suðuroyar Dartfelag var í fleiri ár eitt virkið felag, men so minkaði virksemið, og hesi seinastu árini hevur einki virksemi verið í felagnum. Men tað verður nú broytt, tí í næstum verður endurstovnandi aðalfundur í felagnum.

-Vit eru ovurfegin um, at tey aftur fara at spæla dart í Suðuroy, sigur Uni Árting, dartspælari við foroyaleikir.fo. Dartítróttin hevur seinastu árini verið vaksandi í Føroyum, og nú kemur so eisini gongd í aftur í Suðuroy.

Dartkappingar í sambandi við Føroyaleikir eru í hesum døgum í VB-húsinum í Vági.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00