Í kvøld verður tað, at árliga uppboðssølan verður hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í Hvalba. Hetta er ein uppboðssøla har tey hava seyð, og ymiskt av seyði, til sølu.
Uppboðssølan verður nú klokkan 19 í kvøld og hon verður í pakkhúsinum á Bíargarði í Hvalba.
Men longu nú ber til at bjóða upp á seyð á við at senda sms á tlf: 218783 ella við at bjóða á www.gevbod.com
Á uppboðssøluni í ár eru 11 livandi lomb, seks veðrar og fimm gimburlomb, og ein livandi veðrur. Umframt tað, eru tvey sundurlimaði veðrakrov, sperðlar, lundar, og aðrir lutur, á søluni.
Hettar er trettanda árið ið uppboðssølan verður hildin og allur peningurin, sum kemur inn, fer til at reka Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag - og hetta er eisini ein ein týðandi partur av inntøkunum hjá felagnum.
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag er eitt virkið og væl útgjørt bjargingarfelag ið tekur sær av leiting bæði á sjógvi og landi, umframt av stormskaðum og øðrum uppgávum í sambandi við tilbúgvingina.