Aftur í summar verður skipað fyri renni-tiltakinum, Tórshavn Marathon. Tiltakið verður 9. juni, men longu nú ber til at melda til, siga tey í rennifelagnum, Bragdinum, sum skipa fyri.
Tórshavn Marathon er ikki bara fyri tey, sum renna, tí tað eru eisini nógv, sum heldur vilja ganga sær ein túr. Í hesum sambandi kunnu fólk renna eitt heilt maraton, men tað ber eisini til at renna, ella at ganga eitt hálvt maraton, ella at renna, ella ganga ein styttri tein, antin 10,5 kilometrar, ella fimm kilometrar.
Bragdið sigur, at hjá teimum, sum melda til, fara 100 krónur av tilmeldingargjaldinum til vælgerandi endamál. Peningurin fer beinleiðis til Parkinsonfelagið, Heilafelagið og Alzheimerfelagið.