Fara aftur at bora fámjinstunnilin seinast í hesum mánaðinum

Ferðin verður sett niður, men tey hava framvegis vónir um at spreingja ígjøgnum í ár

Í Fámjinstunlinum eru stórar grótrúgvur, sum skulu fáast út, áðrenn arbeiðið at bora kann takast upp aftur
Áki Bertholdsen
6. mars 2024 kl. 13:45

Um tvær ella tríggjar vikur verður arbeiðið at bora Fámjinstunnilin, tikið upp aftur. Tað hevur annars ligið stilt leingi tí at tað hevur rapað so illa undan loftinum. 

Nógv grót rapaði undan loftinum í apríl, men seinni rapaði tað enn eina ferð. Og nú í februar rapaði aftur nakað undan loftinum fyri triðju ferð.

Á Landsverki siga tey, at um tvær tríggjar vikur vænta tey, at alt, sum er rapað undan loftinum, er fingið úr tunlinum, og samstundis hava tey arbeitt við at tryggja hann við betongi og bóltum.

Um tvær tríggjar vikur vænta tey at vera frammi aftur við benið, so at tey kunnu fara aftur at bora.

Men av tí at fjallið er so vánaligt, verður ferðin sett nógv niður. Tað eru 260 metrar eftir at bora og tey vænta at brúka átta, níggju vikur upp á tað. Tað merkir, at tey fara bara at bora einar 30 metrar um vikuna, samstundis sum at alt skal tryggjast væl, so at tað er trygt hjá arbeiðsfólkinum - og so at tunnilin verður tryggur at koyra ígjøgnum.

Tey á Landsverki siga, at tey vænta at hava skotið tunnilin ígjøgnum í ár. Eftir ætlan skuldi hann takast í nýtslu næsta summar, men tað verður seinkað eitt sindur. Hóast arbeiðið upp á tunnilin hevur staðið í stað leingi, hevur vegarbeiðið uttan fyri tunnilin at kalla gingið sum ætlað. 

Enn er eisini óvist um kostnaðarmetingin fer at halda. Í løtuni eru 252 milliónir settar av til verkætlanina, har sjálvur tunnilin er 1.200 metrar langur.