Fann petti av Føroyum á Fur

Ein skúlanæmingur hevur funnið eitt ‘uppruna’-petti av Føroyum á donsku oynni Fur

Bryndis Hjartardóttir
9. juni 2020 kl. 12:31

Ein skúlaútferð á donsku oynni Fur í síðstu viku endaði við einum forkunnugum kvetti - ein skúlanæmingur fann eitt petti av Føroyum. 

Danska oyggin í Limfjørðinum er kend fyri sínar hvítleirsbakkar, og teimum mongu steinrenningum, ið eru at finna í bakkunum.

Skúlaflokkurin var eisini komin at leita eftir slíkum steinrenningum, og har fann ein av næmingunum ein serligan hvítleirsstein við myrkum plettum í. 

Tað vísir seg, at hesin steinurin er partur av sjálvum eldgosinum og hetta pettiå er, sambært Bo Pagh Schultz, jarðfrøðingi og stjóra á forngripasavninum í Fur, blivið partur av hvítleirsløgunum fyri 55 milliónum árum síðani. 

Hann er ikki í iva hvat fyri eldgos talan er um. Við Skive Folkeblad sigur jarðfrøðingurin, at hetta er frá eldgosinum, sum gjørdi Føroyar. Steinurin, sum varð funnin, er endaður á sjónum fyri 55 milliónum árum síðani og hevur ferðast 1.200 kilometrar til oynna Fur, sigur hann.