Fann ikki aftur til hús - mátti sova hjá løgregluni
Tá ið tað er runnið av honum aftur, verður hann sleptur út aftur
Áki Bertholdsen
7. apríl 2024 kl. 13:00
Fólk, sum vóru farin sær ein túr við hundinum tíðliga í morgun, gingu seg fram á ein mann, sum var í eini ringari støðu. Hann var so deyðadrukkin, at tey hildu at einastu ráðini vóru at ringja eftir løgrgluni, tí annars stúrdu tey fyri, at hetta varð ein galin endi.
Løgreglan fór eftir manninum, sum var útlendingur, ið var her í arbeiðsørindu. Men hann hevði ikki skil fyri at siga hvar hann búði, so einastu ráðini vóru at taka hann við á løgreglustøðina og at leggja hann í eina brummu at sova rúsin av sær.
Síðani hevur løgreglan verið í sambandi við arbeiðsgevaran og hava fingið greiði á, hvar hann býr, so tá ið tað er runnið av honum aftur, verður hann sleptur leysur aftur.