Falskur alarmur í býráðnum í Havn

Nógv havnarfólk vaknaðu við kaldan dreym í morgun

Áki Bertholdsen
26. september 2024 kl. 08:42

Nógv fólk vaknaðu við kaldan dreym í morgun, tá ið neyðsendarakfør fóru koyrandi oman ígjøgnum býin, oman í miðbýin.

Løgreglan sigur at ein sjálvvirkandi brandalarmur í býráðshúsinum fór frá og boðaði frá eldi.

Løgreglan og átaksleiðarin vóru skjót á staðið, men tað varð skjótt avblást tí tað vísti seg at vera eitt tekniskt brek sum fekk alarmin at fara frá.