Falskur alarmur í Sandoyartunlinum

Í gjár varð hann stongdur eina løtu

Áki Bertholdsen
6. januar 2024 kl. 09:31

Seinnapartin í gjár varð Sandoyartunnilin brádliga stongdur eina løtu. Tað hendi tá ið bummarnar við tunnilsmunnarnar fóru niður og forðaðu bilum at fara ígjøgnum tunnilin.

Løgreglan sigur, at tað varð skjótt, at tey vóru greið yvir, at talan var um ein tekniskan feil, so tað varð skjótt, at hann varð rættaður og eftir 20 minuttum fóru bummarnir upp aftur.

Í hesum føri var talan um brek á einum følara, sum ávarar um eld ella gass og í slíkum førum fara bummarnir fyri av sær sjálvum.

Løgreglan sigur, at trygdarviðurskiftini í tunlinum eru rættiliga umfatandi. Hann er fullur av myndatólum og følanum av ymsum slagi, so tey síggja hvønn metur í tunlinum á telduskermum, umframt at tey altíð síggja, hvussu nógv gass, og hvussu nógvur vindur er í honum.

Í hesum føru sóu tey tað strekkið á tunlinum har alarmurin ljóðaði, men myndin vísti, at einki var galið, so tey vistu, at talan var um eitt tekniskt brek. Tey siga, at hetta eru barnasjúkur, sum eru væntandi í fyrstuni, til alt er fingið í rættlag.