Ongi úrslit

Falskt smittumet í Danmark

Ikki færri enn 7.146 nýggir tilburðir eru staðfestir í Danmark í dag. Men talan er um misvísandi tøl, sigur Statens serum institut, tí at í gjár vóru tølini ov lág, og nýggja tølini skulu býtast út um alt vikuskiftið.

Steinar Patursson
6. desember 2021 kl. 14:33

Smittutalið í Danmark hevur í dag sett mett, og ikki færri enn 7.146 nýggir smittutilburðir eru staðfestir í dag.

Talan er kortini um eitt kunstiga høgt tal, upplýsir Statens Serum Institut fyri Berlingske.

Statens Serum Institut sigur, at útsving hava verið í kanningunum og í svartíðini, og hetta hevur havt við sær, at talið á tilburðum í gjár var ov lágt, meðan tilburðirnir í dag eru ov høgir.

Um hugt verður eftir, hvønn royndardag positivu kanningarúrslitini hoyra til, sæst, at smittan er meira jøvn um alt vikuskiftið.

220.896 PCR kanningar vórðu gjørdar í gjár, og 78 fólk vórðu innløgd á donsk sjúkrahús aftrat. Tilsamans 468 fólk eru í løtuni innløgd við koronu. 10 fólk í Danmark eru seinasta døgnið deyð við koronu, og tað merkir, at higartil eru 2.956 fólk deyð við koronu í Danmark.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57