Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið, sum umboða starvsfólkini í Bústøðum, átala almennu útsagnirnar hjá stýrisformanninum, Regini Hammer, sum millum annað kom fram í tíðindaskrivi og Degi & Viku týskvøldið 19. oktober, kundi, sambært fakfeløgunum, sáa iva um og misálit á arbeiðið, sum limir í hesum fakfeløgum hava útint og útinna hvønn dag, skriva Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið í eini felags yvirlýsing.
Feløgini heita staðiliga á stýrið fyri Bústaðir, um at halda seg til vanligar meginreglur fyri góðan fyrisitingarsið og góða leiðslu, og viðgera viðurskifti á stovninum og ætlanir um møguligar broytingar innanhýsis, heldur enn í fjølmiðlunum.
Í tíðindaskrivi og samrøðu við Kringvarpið týsdagin 19. oktober varð róð fram undir, at raksturin av Bústøðum ikki hevur verið skynsamur seinastu árini. Útsagnirnar kunnu geva ta fatan, at starvsfólkini ikki hava gjørt sítt arbeiði til lítar, og hetta elvir til ótryggleika á stovninum.
Sambært áðurnevndu fakfeløgum kenna starvsfólkini á Bústøðum seg ikki aftur í hesum atfinningunum, og eingin innanhýsis kunning hevur verið um hesi viðurskifti, áðrenn tíðindaskrivið kom út týsdagin.
– At starvsfólk á slíkan hátt skulu uppliva, at ivi verður sáddur um virksemið hjá stovninum, og frætta í fjølmiðlum at virksemið á teirra arbeiðsplássi skal endurskoðast og umskipast, er óvirðiligt og átaluvert, og starvsfólkini kenna seg ótrygg orsakað av útsagnunum, skriva Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið í tíðindaskrivinum.