Fakfelagsformaður vil hava øll fakfeløg at stuðla verkfallinum

Vit skulu vísa, at vit taka støðuna í størsta álvara og at vit ikki bara sita upp afturá og lata sum einki

Vit skulu vísa arbeiðarafeløgunum okkara stuðul, slgur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Áki Bertholdsen
6. juni 2024 kl. 16:30

Nú arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli í skjótt fýra vikur, heldur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, at stundin er komin til at øll fakfeløg í landinum seta seg saman at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum.

Tí hevur hann nú bjóðað øllum landsins fakfeløgum í fund nú seinnapartin at viðgera støðuna.

– Tað er umráðandi, at fakfeløgini standa saman, tá ein, ella fleiri av okkum, stríðast fyri at betra um lønar- og setanarviðurskiftunum hjá limunum, og tí er neyðugt, at vit sum skjótast vísa stríðandi fakfeløgunum okkara stuðul, sigur Súni Selfoss í innbjóðingini til hini fakfeløgini um at koma á fund.

Hann sigur, at endamálið er at savna fakfelagsrørsluna og at vísa, at fakfeløgini taka støðuna í størsta álvara og at vit ikki bara sita upp afturá og lata sum einki, sigur hann.

At fakfelagsrørslan hittist upp á henda mátan, ger, leggur eitt ávíst trýst á mótpartin og gevur fakfeløgunum eina serliga styrki og størri dirvi, heldur hann.

– Samstundis vísa vit, at vit, hóast alt, standa saman tá á stendur, sigur Súni Selfoss.

Hann sigur, at sum so er endamálið við fundinum í dag ikki at koma til eina felags niðurstøðu, ella at koma við eini felags fráboðan.

– Verða vit annars samd um tað, er tað gott, men eg haldi at vit eiga at kjakast um, hvørjar møguleikar vit hava fyri at vísa stríðandi verlafeløgum okkara stuðul, sigur Súni Selfoss.

Hann sigur, at í fyrstu atløgu fara tey at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Men eyðvitað fara tey eisini at umrøða um nøkur tiltøk skulu setast í verk, slitnar eisini endan semingsroyndin, sum byrjaði nú klokkan 15.

Hann sigur kortini, at so leingi partarnir samráðast, verður í hvussu so er ikki talan um at fara í samhugaverkfall, ella at seta onnur tiltøk í verk.