Um tvær vikur er 1. mai og tað er altjóða arbeiðaradagur. Hendan dagin er vanligt at skipa fyri fyrsta maidagshaldi víða um í heiminun.
Eisini í Føroyum hevur verið vanligt at halda hendan stríðsdagin hjá arbeiðararørsluni, men hesi seinastu árini hava maidagshaldini ikki verið so nógv, sum tey vóru fyri nøkrum árum síðani.
Men nú er greitt, at í ár verður fyrsta maidagshald í Hvalba. Og tað vit vita, er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at fyrsta maidagshald er í Hvalba.
Haldið verður klokkan 14 við Arbeiðarafelagshúsið í Hvalba, sum er beint við Roynhøllina. Tvøroyrar Hornorkestur fer at spæla og har verða tvær røður. Annar røðarin er eingin annar enn gamla fakfelags-kempan, Ingeborg Vinther, sum var forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í ein mansaldur.
Hin røðarin er Erhard Joensen, løgtingsmaður.
Tað eru tey bæði arbeiðarafeløgini í Hvalba, Arbeiðskvinnufelagið, Roynd, og Arbeiðsmannafelagið, Roynd, sum skipa fyri. Og tey siga, at er veðrið ikki til vildar, verður tiltakið innandura.