Færri nýggir bilar á føroysku vegunum - men nógv fleiri brúktir

Rættiligur stígur er komin í søluna av nýggjum bilum - men tey, sum innflyta brúktar bilar, hava góðar dagar

Áki Bertholdsen
3. apríl 2024 kl. 07:48

Tað eru færri nýggir bilar at síggja á vegnum kring landið higartil í ár aftur ímóti í fjør. Talið á nýggjum bilum vaks alsamt - og tað vaks nógv, men fyribils tølini í ár benda á, at nú er stígur komin í. 

Ein uppgerð hjá Akstovuni vísir, at higartil í ár eru væl færri bilar seldir enn í sama tíðarskeiði í fjør. 

Nógv størsta talið á bilum, sum verða seldir, eru persónbilar, og fyrsta ársfjórðing í ár, vórðu 320 nýggir persónbilar seldir í Føroyum. Tað eru 32 bilar færri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Hinvegin hava tey, sum innflyta brúktar bilar at selja í Føroyum, góðar dagar. Í fyrsta ársfjórðingi í fjør, vórðu bara 11 persónbilar innfluttir til at selja aftur í Føroyum, men í fyrsta ársfjórðingi í ár, er talið 119 brúktir bilar. Bara í mars í ár eru 63 brúktir persónbilar innfluttir til at selja, í mars í fjør var talið seks.