Færri lestrarpláss á donsku universitetunum

2654 færri lestrarpláss eru frá komandi ár, hetta sum liður í reformi hjá donsku stjórnini.

Rúni Korsgaard
19. apríl 2024 kl. 16:25

Semjupartarnir hjá donsku stjórnini handan universitetsreformin hava gjørt nýggja semju um at skerja upptøku av nýggjum næmingum á donsku universitetunum. Hetta kunnar danska útbúgvingar- og granskingarmálaráðið um í tíðindaskrivi í dag.

Mong føroysk leita sær á hvørjum ári uttanlanda at nema sær hægri útbúgving, har Danmark framvegis er millum toppskorarnar.

Avtalan er liður í reforminum hjá donsku stjórnini frá 2023, ið m.a. hevur til endamáls at minka um tilgongdina til akademisku bachelor útbúgvingarnar á donsku universitetunum frá 2025. Orðaskifti hevur seinastu tíðina verið um, at ov fá ung velja sær eina yrkisútbúgving, og at tørvurin er voksin og fer at vaksa í framtíðini, m.a. innan vælferðarøkið.

Sostatt er nýggjasta avtalan fyrsta regulering, ið setist í verk, sum partur av reforminum.

Universitetini RUC og Aalborg Universitet metast at missa flest, ávikavist 14,1 % og 12,1 %, lestrarpláss, meðan m.a. Københavns Universitet og DTU hava pláss fyri ávikavist 11,7 % og 6,7 % færri lesandi.


Í alt er talan um eina minking á 2654 lestarpláss á donskum universitetum.

Býtið av upptøkuplássum skal metast um fimta hvørt ár. Nýggjasta semjan er galdandi í tíðarskeiðinum 2025-2029.