Ongi úrslit

Færri føroyingar ganga hendur í lumma nú enn fyri einum ári síðani

Tað eru færri kvinnur arbeiðsleysar enn tað eru menn

Áki Bertholdsen
25. mars kl. 09:48

Tað er framvegis arbeiði til allar hendur í Føroyum. Hagstovan sigur, at í farna mánað var arbeiðsloysið í Føroyum, 1,1 prosent. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í februar í fjør.

Hetta er tað sama, sum einki arbeiðsloysi, tí tað eru altíð nøkur, sum ikki eru til arbeiðis, antin tí at tey ikki kunnu, ella ikki vilja.

Her er talan um fulltíðararbeiðsleys. Fulltíðararbeiðsleys ert tey sum eru arbeiðsleys, men har tað er umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. 

Hava tvey fólk verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað hvør, telja tey sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.

Tað merkir, at talið á teimum, sum eru arbeiðsleys er størri enn talið á teimum, sum eru fulltíðararbeiðsleys, tí tað eru summi, sum hava arbeiði ein part av tíðini.

Í februar vóru 320 fólk fulltíðararbeiðsleys og tað eru 37 fólk færri enn í februar í fjør. Men í februar í ár vóru tilsamans 387 fólk arbeiðsleys og tað eru 52 fólk færri enn í februar í fjør.

Samstundis vísir nýggjasta uppgerðin hjá Als, at tað eru færri kvinnur arbeiðsleysar enn tað eru menn.

Í farna mánað vóru 145 kvinnur arbeiðsleysar og tað eru 36 kvinnur færri enn í februar í fjør. Tilsamans eru 118 kvinnur fulltíðararbeiðsleysar og tað svarar til eitt arbeiðsloysi upp á 0,8 prosent. Tað er 0,2 prosentstig lægri enn í februar í fjør.

Hinvegin vóri 242 menn arbeiðsleisir og tað eru 16 menn færri enn í februar í fjør. Tað merkir, at 202 menn eru fulltíðararbeiðsleysir og tað svarar til 1,2 prosent og tað er 0,1 prosentstig lægri enn í sama mánað í fjør.

Eini 17 prosent vóru arbeiðsleys minni enn ein mánað og 32,5 prosent vóru arbeiðsleys ímillum ein og tríggjar mánaðir.

Tað vóru eisini fleiri, ella góð 22 prosent, sum høvdu verið arbeiðsleys ímillum tríggjar mánaðir og eitt hálvt ár. Og 16,7 prosent høvdu verið arbeiðsleys ímillum eitt hálvt ár og eitt ár.

Í februar vóru 43 fólk ella góð 11 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í meiri enn eitt ár.

Tað merkir, at átta fólk fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í februar í ár enn í februar í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Skeivt sløkkilið fekk boð um eld

24. oktober kl. 08:35

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

Í gjár kl. 19:00

Eftirlýsti maðurin afturkomin

23. oktober kl. 09:03