Limatalið í føroysku fólkakirkjuni, minkar. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í 2005 vóru 40.400 limir í fólkakirkjuni, men minkaði tað í kreppuni niður á 39.370 limir í 2014.
Men í 2014 fór fólkatalið í Føroyum at veksa, og tað er vaksið á hvørjum ári líka síðani. Og í 2022 vóru 41.810 limir í fólkakirkjuni. Men hóast fólkatalið eisini er vaksið síðani 2022, er limatalið í fólkakirkjuni minkað og nú eru 41.705 limir í fólkakirkjuni.
Hetta merkir, at í 2001 vóru 84,3 prosent av føroyingum limir í fólkakirkjuni, men nú eru tað 76,6 prosent, sum eru limir í fólkakirkjuni.
Ein orsøk til tað kann vera, at fólk melda seg úr fólkakirkjuni. Men ein orsøk kann eisini vera, at alsamt fleiri útlendingar seta búgv í Føroyum. Í 2001 vóru at kalla eingir útlendingar í Føroyum, men nú eru tað eini seks prosent av fólkinum í Føroyum, sum eru komin higar uttanlands.
Men tað vísir seg eisini, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvar limir fólkakirkjan hevur í ymsum plássum í landinum.
Ì Norðstreymoyar Eystara prestagjaldi eru heili 89,73 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni, men í Norðoyggjum eru tað gott 60 prosent.
Tað er at kalla allastaðni, at limatalið í fólkakirkjuni er minkað. Í 2001 vóru 94,7 prosent av vágafólki limir í fólkakirkjuni, nú eru tey 87,1 prosent.
Í 2001 vóru 93,4 prosent av sandoyingum limir í fólkakirkjuni, nú er talið minkað niður í 87 prosent.
Í Norðoyggjum vóru umleið 67 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni í 2021, og nú er tað minkað niður í góð 60 prosent.