Føroysku gistingarhúsini høvdu knapt 222.000 fólkanætur í fjør. Tað er 4 prosent minni enn í 2022, ið var metár. Góður helmingur av kømrunum á gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er á leið tað sama sum árið fyri.
Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um eitt fólk svevur tríggjar nætur, ella um trý fólk sova eina nátt, er talan í báðum førum um tríggjar fólkanætur tilsamans.
Fólkanæturnar vóru góðar 222.000 í 2023, ið eru gott 9.000 færri enn í 2022. Talið av fólki, ella innskrivingarnar, vóru stívliga 92.000 í tali, knapt 200 fleiri enn í 2022.
Hetta merkir, at fleiri fólk hava verið á gistingarhúsunum, men at tey í miðal hava sovið færri nætur hvør. Í 2023 gistu fólkini 2,4 nætur í miðal, samanborið við 2,5 nætur í 2022.
Nýtslustigið nærum óbroytt
Nýtslustigið fyri kømur telur hvussu nógv kømur eru brúkt í mun til hvussu nógv eru tøk.
Í fjør vóru 52 prosent av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum brúkt. Tað er eitt vet minni enn í 2022, tá talið var 53 prosent. Nýtslustigið av kømrum var størst í 2019, tá ið tað var 61 prosent.
Minkingin er størst uttan fyri Tórshavnarøkið
Slakar 204.000 fólkanætur vóru tilsamans á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2023. Tað er knapt 3.000 færri enn í 2022. Á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið vóru fólkanæturnar nærum 18.000 í tali, ið er gott 6.000 færri enn í 2022. Bara í farsóttartíðini 2020 og 2021 hevur hetta talið verið lægri.
Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark seta met
Fólkanæturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark hava sett met í 2023. Hesin bólkur gistu nærum 98.000 nætur í 2023. Tað er áleið 4.000 fleiri enn í 2022. Hetta er ein vøkstur upp á 5 prosent.
Danir høvdu góðar 65.500 fólkanætur á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Tað er 22.500 færri enn í 2022. Árið 2022 var eitt metár hjá dønum á føroyskum gistingarhúsum við gott 88.000 fólkanáttum. Fólkanæturnar hjá dønum eru sostatt lækkaðar 25 prosent frá 2022 til 2023.
Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini væl meira í 2023 enn árið fyri. Fólkanæturnar hjá føroyingum vóru góðar 58.000 í tali í fjør. Hetta talið er vaksið 18 prosent samanborið við 2022.
(Í september 2023 varð avgjørt at steðga útgávuni av gistingarhagtølum, eftir at vit vórðu varug við skeivleikar í tølunum. Saman við gistingarhúsunum hevur Hagtova Føroya seinastu mánaðirnar arbeitt við hagtalsgóðskuni. Hetta arbeiði er nú komið á mál, og nú verða gistingarhagtølini aftur almannakunngjørd mánaðarliga.)
Orðalýsingar
Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 fólkanætur.
Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista.
Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
Hagstova.fo